Far til forsíðu
Síðuyvirlit
English version
Føroyskt rættarøki Virkisøki Advokatar Starvsfólk
Leita
Lóggáva og umsiting
Dómsvald
Uttanríkisviðurskifti
Ognir til sølu
Dómsvald

Dómstólarnir eru felags fyri alt ríkið. Føroya rættur er skipaður sum serligt rættardømi í donsku dómstólsskipanini.

Dómar, sagdir av Føroya rætti, kunnu verða skotnir inn fyri Eystara landsrætt, ið hevur sæti í Keypmannahavn. Landsrætturin verður settur í Føroyum nakrar ferðir um árið til at viðgera og siga dóm í apellmálum. Dómar, sagdir av landsrættinum, kunnu undir ávísum treytum verða skotnir inn fyri Hægstarætt, ið somuleiðis hevur sæti í Keypmannahavn.

Serstøk rættargangslóg er galdandi fyri Føroyar. Grundleggjandi reglurnar í føroysku rættargangsskipanini eru tær somu sum í samsvarandi donsku lógini, men frávik eru, har serlig føroysk viðurskifti gera tað neyðugt.

 

Útskriva skjalið Send skjalið
Frúutrøð 4 - Postboks 6 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands - Tel. +298 35 33 35 - Fax. +298 35 33 36 - e-mail jura@jura.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media